Mikal skrivar sáttmála á Skála

Ein spælari aftrat, sum er uppvaksin í Víkingi, flytur úr Sarpugerði og út á Skála

Í heyst var talan um einvegis ferðslu av Skála og inn í Sarpugerði.

Síðani á nýggjárinum hevur talan verið um einvegis ferðslu úr Sarpugerði og út á Skála.

Í heyst fluttu venjarin, Eyðun Klakstein, og spælararnir Ari Olsen og Jákup Johansen av Skála og til Víking. Síðani eru fleiri spælarar fluttir úr Víkingi og út á Skála.

Í kvøld letur flytingarvindeygað aftur. Tí skulu flytingar millum feløgini vera avgreiddar ídag, um spælari skal umboða nýtt felag fyrra partin av kappingarárinum, sum tað vónandi verður farið undir um ikki so langa tíð.

Í dag vita teir á Skála at siga, at teir hava skrivað undir sáttmála við Mikal á Reynatrøð.

Tíðindini eru ikki so óvæntað, tí Mikal hevur síðani í vetur vant á Skála, og hann hevur verið spælt við í fleiri venjingardystum hjá Skála.

Av Skála verður sagt, at hann hevur víst góðan hugburð, og at talan er um tvey ára sáttmála.

21 ára gamli Mikal á Reynatrøð spældi í 2019 25 dystir í barndómsfelagnum Víkingi. Teir flestu vóru á næstbesta liðnum.

Í venjingardystunum higartil í ár hevur Skálavenjarin, Bill Jacobsen, roynt Mikal á Reynatrøð í fleiri ódnum. Fyrst og fremst hevur tað verið á vongverjunum og framrættaðu plássunum í borðunum, og so hevur hann eisini verið í miðverjuni.

Í venjingardystunum hevur Mikal á Reynatrøð skorað tvey mál.

Skálamenn siga, at myndin av Mikal á Reynatrøð og Skálaformanninum Inga Hansen varð tikin, áðrenn COVID-19 tilráðingarnar vóru veruleiki. 

Umframt Mikal á Reynatrøð eru Bárður á Reynatrøð og Hjalti Strømsten fluttir úr Sarpugerði og út á Skála.