Mikkel Hansen heim til Danmarkar at spæla

Sambært fleiri donskum miðlum fer danski hondbóltsspælarin og heimsstjørnan Mikkel Hansen næsta ár at venda heim aftur til Danmarkar at spæla hondbólt við Aalborg Håndbold saman við eitt nú landsliðsfelaganum Mads Mensah Larsen

Mikkel Hansen hevur tvær ferðir vunnið HM við Danmark. - Foto: Antonio Bronic/Reuters

Mikkel Hansen hevur tvær ferðir vunnið HM við Danmark. - Foto: Antonio Bronic/Reuters

Mikkel Hansen kann vera á veg heim úr Frankaríki til danskan hondbólt.

Bæði TV2 Sport og B.T. skriva, at danska stjørnan, sum spælir við Paris Saint-Germain (PSG), hevur skrivað undir trý ára sáttmála við Aalborg Håndbold at byrja í 2022. Jyllands-Posten skrivar somuleiðis, at blaðið hevur fingið upplýsingarnar váttaðar.

Sáttmálin hjá Mikkel Hansen við PSG endar í 2022.

Hvørki av feløgunum hava boðað frá nøkrum í sambandi við skiftið, og hvørki Mikkel Hansen ella Aalborg Håndbold vilja gera viðmerkingar til søguna.

Sambært B.T. fer Aalborg Håndbold at koma við viðmerkingum seinni í dag.

Mikkel Hansen hevur spælt í franska høvuðsstaðarfelagnum síðani 2012. Fyri ta tíð spældi hann við AG København. Hann hevur eisini spælt eitt skifti við FC Barcelona og GOG.

Síðsta mánað var 33 ára gamli Mikkel Hansen fyri aðru fer við at vinna gull til HM við danska landsliðnum, eins og hann í 2016 eisini var við til at tryggja Danmark OL gull í Rio de Janeiro. Eitt EM heiðursmerki hevur hann eisini vunnið.

Mikkel Hansen er tríggjar ferðir kosin sum heimsins besti håndboltsspælari.

Aalborg Håndbold hevur vunnið danska meistaraheitið trý av seinastu fýra kappingarárunum, eisini í 2019/20-kappingarárinum, sum endaði fyri tíð vegna koronufarsóttina.

Norðurjýska felagið er í løtuni á øðrum plássi í HTH Mansdeildini við trimum stigum aftan fyri GOG, sum tó hevur spælt ein dyst færri.

/ritzau/

Mikkel Hansen hevur tvær ferðir vunnið HM við Danmark. - Foto: Antonio Bronic/Reuters