Mikkjal: Dagsformurin verður avgerandi (FM1)

(FM1 í Dublin) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen

Mikkjal Thomassen aftur á gistingarhúsinum í Dublin aftaná seinastu venjingina (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

Mikkjal Thomassen aftur á gistingarhúsinum í Dublin aftaná seinastu venjingina (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

##med2##

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hevur staðið fyri seinastu venjingini á Aviva leikvøllinum í Dublin undan Europa League Play Off dystinum móti Dundalk FC í annaðkvøld klokkan 19.30.

- Dagsformurin hjá liðunum verður sera avgerandi, staðfestir Mikkjal Thomassen sum samanber Dundalk FC við eitt topplið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, ella eitt botnlið í donsku superliguni.

Mikkjal Thomassen sigur, at talan verður eisini um ein dyst millum tvey kropsliga sterk lið.

Mikkjal ætlar avgjørt, at KÍ eisini skal leypa á, og ikki bara vera í verjustøðu.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Mikkjal Thomassen á gistingarhúsinum í Dublin. 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Longu klokkan 15 til 17 verður ein upptakssending við Tróndi Arge og Hera Simonsen. 

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Páll A. Klettskarð.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jóannes Kalsø Danielsen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen. 

Mikkjal Thomassen aftur á gistingarhúsinum í Dublin aftaná seinastu venjingina (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

(Samrøða úr Dublin: Mikkjal Thomassen)