Mikkjal: Dysturin móti HB sat í beinunum (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá KÍ fekk sigursmálið móti Skála, og hoyr høvuðsvenjaran hjá KÍ staðfesta harðvunnan 1-0 sigur á Skála

Tað gjørdist ein harðvunnin 1-0 sigur hjá Mikkjali Thomassen og hansara monnum undir Mýruhjalla á Skála í kvøld

Tað gjørdist ein harðvunnin 1-0 sigur hjá Mikkjali Thomassen og hansara monnum undir Mýruhjalla á Skála í kvøld

##med2##

Skála fall við stórari æru mót verandi FM-vinnarunum, KÍ undir Mýruhjalla á Skála í kvøld. 

Í ein tíma gekk tað ikki heilt eftir vild hjá KÍ, men tá ein tími var farin av dystinum bragdaði, og Deni Pavlovic fekk sent bóltin í málið hjá Skála, og tað gjørdist avgerandi munurin millum liðini.

Skála – KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Deni Pavlovic 60.

1-0 sigurin merkir, at KÍ er oddalið í Betrideildini nú. KÍ hevur 47 stig, men HB sum hevur leikt ein dyst færri er beint aftanfyri við 46 stigum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal segði frá sigursmálinum hjá KÍ.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, ið staðfestir, at Skála gjørdi tað torført fyri KÍ. Mikkjal slær fast, at KÍ má fáa trý stig hvørja ferð, tí hann er ivaleysur í, at HB fer at vinna hvønn dyst áðrenn KÍ og HB møtast aftur á seinasta leikdegi í Klaksvík, leygardagin 7. november.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Niels Paula Danielsen hjá Skála.

##med3##

 

 

Tað gjørdist ein harðvunnin 1-0 sigur hjá Mikkjali Thomassen og hansara monnum undir Mýruhjalla á Skála í kvøld

(Skála-KÍ 0-1 (0-0) Hoyr sigursmálið og samrøðu við Mikkjal Thomassen)

KÍ-arnir fegnast um sigursmálið hjá Deni Pavlovic