Mikkjal: Eitt heilt einastandandi avrik (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann 2-1 á Víkingi á útivølli, og hoyr høvuðsvenjaran seta orð á góða sigurin

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen stórfegnast um eitt framúrskarandi avrik hjá KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen stórfegnast um eitt framúrskarandi avrik hjá KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu

##med2##

Tað kravdi eitt ódnartak seinastu 10 minuttirnar av dystinum hjá verandi FM-vinnarunum, KÍ at megna tað sum NSÍ og B36 ikki hava megnað fyrr í ár, nevnliga at vinna á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.

Í fyrsta álopinum, sum teir høvdu, løgdu víkingarnir seg á odda 1-0. Jákup Johansen spældi fikst í vinstru til Sølva Vatnhamar, sum av baklinjuni legði innfyri, og undir málinum stakk Finnur Justinussen seg fram og stýrdi bóltin umvegis tvørtræið og í málið. 

Í 82. minutti eydnaðist tað at javna. Innskifti Boris Dosljak legði flatt innfyri úr høgru, Páll Klttskarð royndi við nærra stólpa at stýra bóltin í málið, men tað eydnaðist ikki, og so var Ole Erik Midtskogen á rætta stað við handara stólpan og 1-1. Páll A. Klettskarð hevur mangan verið boysin hjá víkingum í Sarpugerði, og soleiðis var tað eisini ídag. Hann skoraði sigursmálið til 2-1, og so var fagnaður í leguni hjá gestunum

- Hetta er eitt einastandandi avrik, segði Mikkjal Thomassen í samrøðu við Trónd Arge á FM1 aftaná dystin. Mikkjal er sera stoltur og fegin um avrikið og úrslitið í dag. 

Víkingur – KÍ 1-2 (1-0)

1-0: Finnur Justinussen (11.)

1-1: Ole Erik Midtskogen (82.)

1-2: Páll A. Klettskarð (90.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:  

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari. Hoyr Teit taka samanum málini og ein uppibornan sigur til KÍ. 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein ovurfegnan høvuðsvenjara hjá KÍ, Mikkjal Thomassen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara hjá Víkingi. 

 

 

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen stórfegnast um eitt framúrskarandi avrik hjá KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu

(Víkingur-KÍ 1-2. Hoyr málini og dystarendan, og hoyr samrøðu við Mikkjal Thomassen)