Mikkjal: Endiliga vann eg á HB (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann 3-1 á HB, og hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen kann stórfegnast um týdningarmiklan 3-1 heimasigur móti HB við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen kann stórfegnast um týdningarmiklan 3-1 heimasigur móti HB við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík

##med2##

KÍ vann 3-1 móti HB í klassikkaranum millum 115 ára gomlu javnaldrarnir, KÍ og HB við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík. KÍ-arnir vóru neyvari enn HB, ið rakti træverkið nakrar ferðir umframt, at HB brendi brotsspark.

Jóannes Hansen tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í dag: - Jóannes Bjartalíð setti hol á í 12. minutti, og tann støðan helt til hálvleik. Kanska tók KÍ seg longri aftur á vøllin, tá ið heimaliðið var komið á odda. HB hevði bóltin, og talan var um nógvar spentar støður, uttan at tað eydnaðist at skora mál.

Eftir steðgin javnaði Adrian Justinussen við rimmar langskoti, og so sá gongdin út til at vera tann sama, sum hon var í fyrra hálvleiki.

Men tað var KÍ, sum skoraði tvey mál. Jóannes Bjartalíð umsetti brotsspark til 2-1, meðan Adrian Justinussen hjá HB misnýtti brotspark, tá ið Kristian Joensen í KÍ málinum bjargaði sera væl.

Og so var tað, at innskifti Torbjørn Grytten staðfesti KÍ sigurin, sum ber við sær, at KÍ framvegis er við í kappingini um FM, meðan møguleikin at endurvinna FM kámaðist hjá HB.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum og tí brenda brotssparkinum hjá HB.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein glaðan og lættan høvuðsvenjara hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum hevur bíða rættiliga leingi eftir at koppa HB aftaná nakrar javnleikir og teprar ósigrar: - Endiliga vann eg á HB, segði ein glaður og skemtandi Mikkjal Thomassen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við René Shaki Joensen hjá HB.

##ms##

 

 

 

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen kann stórfegnast um týdningarmiklan 3-1 heimasigur móti HB við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík

(KÍ-HB 3-1: Málini og samrøða við Mikkjal Thomassen)