Mikkjal fingið boðið norskt venjarastarv

FM1: Mikkjal Thomassen váttar, at hann hevur fingið boðið venjarastarv í næstbestu deildini

##med3##

Øygarden FK, sum komandi kappingarár skal spæla í næstbestu deildini í Norra, hevur boðið Mikkjali K. Thomassen starv sum venjara. Tað váttar meistaravenjarin hjá KÍ fyri FM1 í dag. Tað er Bergensavise, sum hevur sett Mikkjal Thomassen í samband við starvið.

Øygarden er eitt nýtt felagslið. Talan er um eitt felag, sum ein samanseting av Nordre Fjell, Sund SK, Skogsvåg IL, Telavåg IL, Skjergard IL og Nest-Sotra. Øygarden liggur heilt stutt sunnanfyri Bergen.

- Tað er rætt, at teir hava boðið mær starvið. Tað er eitt ambitiøst felag, sum ætlar sær at flyta upp. Tað er eitt felag, sum eisini roynir at skapa eitt sterkt fundament við stuðlum og kommununi, sum telur 40 túsund fólk, sigur Mikkjal Thomassen, sum tó hevur sáttmála við KÍ í eitt ár afturat.

 ##med2##

- Tað er altíð stuttligt at fáa eitt herðaklapp og fyrispuringar frá øðrum feløgum, men eg havi eitt ár eftir í Klaksvík. Tá nærkast tað tíðspunktið, tá tú skal skiljast. Eg havi verið í sambandi við nevndina í KÍ og teir eru væl vitandi um støðuna. Vit hyggja nú eftir, um hetta er tíðspunktið at siga, at vit náddu tí, sum vit ætlaðu. Ella um projektið í Klaksvík ber í nøkur ár afturat, sigur Mikkjal Thomassen.

Hann undrast eitt sindur á, at søguna er komin út í norskar miðlar sum Bergensavisen, men leggur dent á at nevndin í KÍ allatíð hevur verið vitandi um gongdina. Hetta er lið, sum í løtuni liggur nummar 21 í Norra. Tað eru 16 lið í bestu deildini.

Mikkjal Thomassen sigur eisini í samrøðuni við FM1, at hetta er eitt realistiskt lop fyri ein føroyskan venjara. Serliga tí vit í Føroyum ikki hava fyri vana at menna nógvar venjarar á altjóða stig.

FM1: Samrøða við Mikkjal Thomassen um tilboðið frá Øygarden