Mikkjal: Málsetningurin er at koma víðari

Europa League: Málleyst er nokk fyri KÍ, men dagsins ætlan er meiri fjølbroytt

Mynd: (Álvur Haraldsen) Simen Sandmæl skorar móti Tre Fiori í undanumfarinum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Simen Sandmæl skorar móti Tre Fiori í undanumfarinum

##med2##

KÍ skal í kvøld spæla seinna dystin í 1. umfari í innleiðandi kappingini í Europa League móti FK Riteriai úr Litava. Fyrr dysturin endaði við javnleiki 1-1.

- Vit hava eitt frálíkt útgangsstøði. Eg haldi at spælararnir gjørdu ein góðan figur í Litava, sum gera at vit eru í hesi støðuni. Málsetningurin er at koma víðari. Vit hava ein kjans og eina stóra trúgv upp á at tað ber til, sigur Mikkjal Thomassen við FM1 í dag.

##med3##

Hann leggur afturat, at hann vil ikki leggja seg fastan á eitt úrslit, men leggur dent á at avrikið er tað týdningarmesta. Mótstøðuliðið er á pappírinum nakað sterkari enn KÍ.

- Landskappingin í Litava er væl sterkari enn landskappingin her í Føroyum. Onki føroyskt lið hevur fingið nakað stig móti einum liði úr Litava, so tað sigur eitt sindur. Deildin er eisini styrkismett væl omanfyri eitt nú Lettland og Estland, sigur venjarin hjá KÍ og leggur afturat:

- FK Riteriai liggur nummar trý og er beint undir teimum allarbestu, men tað er eitt lið, sum er sterkari enn okkara. Tað merkir, at vit skulu hava alt at sita rætt. Bæði sum lið og sum einstaklingar. Tað krevur ein góðan og fokuseraðan innsats frá okkum, um vit skulu hava ein møguleika at koma víðari, sigur Mikkjal Thomassen.

##med4##

KÍ kemur víðari, um tað endar við málleysum javnleiki. Men tað kann verða vandamikið, at spæla upp á tann møguleikan, tí hevur Mikkjal Thomassen fyrireikað eina meiri fjølbroytta ætlan.

- Vit spæla altíð fyri at mótstøðuliðið ikki skal skora, men vit kunnu ikki leggja okkara ætlan eftir tí. Vit koma at hava eina fjølbroytta ætlan, har vit til tíðir koma at trýsta høgt og leypa á. Vit koma ikki at standa í egnum brotsteigi, tí eg vænti ikki tað eydnast móti einum so góðum mótstøðuliði, sigur Mikkjal Thomassen.

Hópurin hjá KÍ er í góðum standi. Meinhard Joensen og Jonn Johannesen hava snuddir, men fyriuttan Óla Ey. Poulsen, so eru allir við. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum verður á Svangaskarði klokkan 18. Viðmerkjari er Rógvi Jacobsen.

Europa League innleiðandi 1. umfar:
KÍ (1) - (1) FK Riteriai (18.00)

Mynd: (Álvur Haraldsen) Simen Sandmæl skorar móti Tre Fiori í undanumfarinum

Samrøða við Mikkjal Thomassen

Mynd: (Álvur Haraldsen) Mikkjal Thomassen

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup B. Andreasen skoraði málið í Litava móti dagsins mótstøðuliði. Her í dysti móti Tre Fiori