Mikkjal og Pætur verða gestir í Fótbóltspanelinum

FM1: Fótbóltspanelið fer í dag at snúgva seg um venjaraprógv. Mikkjal Thomassen og Pætur S. Clementsen eru gestir

Í Fótbóltspanelinum í dag, sum er hvønn fríggjadag frá klokkan 16 á FM1, verður kjakevnið venjaraprógv. Gestir verða Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ og limur í Venjarafelagnum, og Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum.

Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER

Teir koma at greiða frá týdninginum av at hava venjarar við prógvi, og kjakast um hvussu vit kunnu menna venjarayrkið í Føroyum, og harvið menna føroyskan fótbólt. Pætur S. Clementsen kemur eisini at greiða nærri frá hvar krøvini um venjaraprógv koma frá, og hvussu Fótbóltssambandið skipar síni venjaraskeið.

Fyri kortum sendi Venjarafelagið út eitt tíðindaskriv, har spurnartekin bleiv sett við hví ávísir venjarar kundu verða venjarar hjá bestu mansliðunum í Betri deildini hjá monnum, uttan neyðugu A og B-venjaraprógvini.

Tíðindaskrivið vísti til Hans Jørgen Djurhuus, sum er venjari saman við Ólavi Larsen í ÍF, og Símun Samuelsen, sum er venjari saman við Tonny Brimsvík á Argjum. Í sendingini hoyra vit eisini formannin í AB, Marius Thomassen, greiða frá hví tað endaði við, at AB valdi at seta ein venjara uttan neyðugu loyvini.

##med2##

Spurningar og viðmerkingar til sendingina í dag kunnu sendast á 559999.