Mikkjal spældi við eld

Men tá ið góðu menninir á beinkinum vórðu skiftir inn, eydnaðist tað at venda 0-1 til trivaligan sigur

Innskifti Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti í 4-1 heimasigrinum ímóti ÍF

Innskifti Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti í 4-1 heimasigrinum ímóti ÍF

Tað er heilt tætt millum dystirnar. Tí var tað væntað, at Mikkjal Thomassen fór at geva fleiri spælarum møguleikan, sum hava sitið nógv á beinkinum. Soleiðis var tað, og tað spældi ikki væl av.

Tá ið tað var hálvleik í góðveðrinum í Klaksvík, vísti máltalvan 0-1. Vongverjin í høgru, Sjúrður Pauli Nielsen, legði í áttanda minutti ÍF á odda 1-0.

Tá ið teir fóru at hvíla seg, hevði KÍ havt tíggju hornaspørk, meðan ÍF einki hornaspark hevði havt. Men talvan vísti 0-1.

Páll A. Klettskarð varð skiftur inn longu, tá ið ein lítil hálvur tími var farin, og beinanvegin eftir steðgin vórðu Patrik Johannesen og Deni Pavlovic skiftir inn.

Beinanvegin eftir steðgin varð trýstið ímóti ÍF málinum øgiligt, og tað var úrslit við sær, tá ið ein lítil tími var farin. Sum so mangan áður átti Ole Erik Midtskogen uppleggið, tá ið innskifti Páll A. Klettskarð javnaði. Fimm minuttir seinni umsetti Jóannes Bjartalíð brotsspark til 2-1, og tá ið tað restaði eitt korter, var tað innskifti Patrik Johannesen, sum átti uppleggið, ta ið innskifti Páll A. Klettskarð skoraði til 3-1.

Tveir minuttir seinni økti Ole Erik Midtskogen um munin til 4-1. Tá var tað Jóannes K. Danielsen, sum átti uppleggið.

ÍF var støðugt undir øgiligum trýsti. Talan var um fleiri stórar møguleikar, tríggjar ferðir brast bólturin í stólpan aftanfyri Jákup Nolsøe Olsen í ÍF málinum, og tríggjar ferðir kolldømdi dómarin, tá ið bólturin var í ÍF málinum.

Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur 55 stig. KÍ hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ og HB, sum hava ávikavíst 56 og 64 stig.

Innskifti Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti í 4-1 heimasigrinum ímóti ÍF