Millióna bót til Liverpool

Liverpool brúkti ein ólógligan spælara í Liga Cup sigrinum á MK Dons

Pedro Chirivella

Pedro Chirivella

Liverpool hevur fingið eina bót á 1,7 milliónir krónur, fyri at brúka ein ólógligan spælara í Liga Cup dystinum móti MK Dons. Talan er um 22 ára gamla Pedro Chirivella, sum ikki hevur fingið øll pappírini upp á pláss, eftir at hann var útleigaður til spanska fótbólt.

Vanligt er, at feløg eru tveitt úr kappingini fyri at brúka ein ólógligan spælara, men í hesum tilfeldinum hevur Liverpool biðið um at fáa øll pappírini. Tó eru tey eftirfylgjandi ikki komin upp á pláss, men tað hevur so givið Liverpool ein slakari dóm.

Liverpool skal gjalda um 800 túsund krónur í fyrstu atløgu, meðan hin helmingurin av bótini skal bara gjaldast, um Liverpool aftur brúkar ein ólógligan spælara komandi tvey árini.

Liverpool vann dystin í Liga Cup, sum er minna steypakappingin í Onglandi, 2-0 og skal møta Arsenal í komandi umfari.

Pedro Chirivella