Misnýtt brotsspark kostaði sigurin

1. DEILD: Toppliðið er á veg úr Sørvági við einum stigi

Serliga hendingarríkt var tað fyrra partin av fyrra hálvleiki og síðsta korterið, tá ið 07 Vestur í kvøld hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá Víkingi, sum er topplið í 1. deild.

Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var Víkingur frammanfyri 2-1, og soleiðis var støðan, inntil tað restaði eitt korter. Tá misnýtti 07 Vestur brotsspark, áðrenn tað eydnaðist at javna til 2-2, sum varð úrslitið.

Gilli Samuelsen var stóri maðurin hjá heimaliðnum. Hann legði 07 Vestur á odda 1-0 í 8. minutti. Predrag Jeremic átti uppleggið.

Ellivu minuttir seinni var støðan 2-1 til Víking. Signar á Brúnni javnaði til 1-1 eftir upplegg frá Pól Enok Hansen. Hetta var í 19. minutti, og tveir minuttir seinni legði Olaf Bárðarson Víking framum 2-1.

Eitt korter undan leikloki hevði 07 Vestur gyltan møguleika at javna. Tór-Ingar Akselsen, sum plagar at vera tryggur úr ellivu metrum, royndi seg við brotssparki, men hann misnýtti.

Tríggjar minuttir seinni eydnaðist tað heimaliðnum at javna. Aftur var tað Gilli Samuelsen, sum skoraði.

Merkisvert var tað, at brøðurnir Dann (20) og Eiler Fróðason (17) fyri fyrstu ferð vóru undir liðini á hvørjum øðrum í 07 Vestur miðverjuni. Eiler Fróðason var í kvøld fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum hjá 07 Vestur.

Víkingur er topplið við 22 stigum, og 07 Vestur er á sjeynda plássi við 14 stigum.

Í 12. umfari fær 07 Vestur annan sunnudag vitjan av B71, og Víkingur fær annan leygardag vitjan av FC Hoyvík.