Føroyingar bardust óført í Reykjavík

Judomenninir góvu íslendingum skarpan gang í vikuskiftinum.

Jógvan Páll Kristiansen og Sigmundur Johansen.

Jógvan Páll Kristiansen og Sigmundur Johansen.

Fýra føroyskir judo íðkarar fóru í ringin í íslandi í gjár, har Reykjavík International Games var á skránni.

 

Føroysku umboðini vóru Hjalmar Johannesen, Andrias Sumberg og Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag, og Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag.

 

Judo Føroyar letur væl at gongdini, hóast Hjalmar, Adrias og Sigmundur taptu allar sínar dystir. Teir høvdu nevniliga givið mótstøðumonnunum skapran gang, og talan var um javnar dystir, sum teir taptu tepurt.

 

Jógvan Páll Kristiansen tapti eisini fyrsta dystin, men vann greitt teir báðar næstu. Við tí rakk hann eisini bronsudystin, har ein kekki bíðaði honum. Her steðgaði sigursrøðin hjá honum, men hann tapti ógvuliga tepurt.

 

Kekkin vann nevniliga vega eitt 'yoku', sum merkir, at teir bardust inntil tíðin var farin, og skuldi gerast upp í stigum. Her hevði kekkin fingið eitt 'yoku', sum er lægsta stigið fyri eitt kast. Tá saman um kom, stóð Jógvan Páll við einum fimta plássi.