Adrian ikki longur í B36

Adrian Cieslewicz skiftir aftur til felag í Bretlandi

Mynd: Sigmar Mørkøre

Mynd: Sigmar Mørkøre

Kviki póllendingurin, sum hevur sín fótbóltsuppruna í VB, skifti til B36 í summar. Tá var longu greitt, at hetta kundi gerst ein fyribils avgerð, tí hann framvegis leitaði eftir felagi uttanlands. Tað er nú veruleiki og Adrian Cieslewicz skiftir til The New Saints í Wales.

 

Adrian Cieslewicz hevur fyrr spælt við walisiska Wrexham, sum tó spælir í enskum fótbólti, og Kidderminister. Heimasíðan hjá B36 skrivar soleiðis um skiftið:

 

 


“Seinasti dysturin hjá Adrian fyri okkum á hesum sinni var í gjár við Margáir. Í dag fer hann til Wales, har hann hevur gjørt avtalu við The New Saints, sum spælir í walisisku deildini.Nýggja felagið ynskti, at Adrian legðist afturat hópinum longu nú, meðan teir fyrireika seg til nýggja kappingarárið. Tað vildi B36 ikki seta forðingar fyri, og avtalan millum spælaran og okkum var eisini, at hann hevði frítt at fara, um tað eydnaðist honum at fáa nýggjan sáttmála uttanlands.”

 

Adrian Cieslewicz er 23 ára gamal.