Mjølnir-SÍ (Menn) 3-0: Avgerandi bóltarnir og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Thorvald Danielsen (Mjølnir) og Jón Weihe Simonsen (SÍ) seta orð á trísettarin sum greipuvinnararnir vunnu

Thorvald Danielsen (Mjølnir) og Jón Weihe Simonsen (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

Thorvald Danielsen (Mjølnir) og Jón Weihe Simonsen (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

Mjølnir legði frá landi í meistaradeildini hjá monnum við einum 3-0 sigri á SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík. Settmunurin var 25-20, 25-23 og 25-17.

SÍ møtti við bert átta monnum, og megnaði at bíta væl frá sær móti greipuvinnarunum.

Fleyr vann 3-2 á ÍF á Kambsdali aftaná ein fimmsittara í dystinum í meistaradeildini hjá monnum, ið vardi í meir enn tveir tímar. Settmunurin var 16-25, 33-31, 14-25, 29-27 og 11-15.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Thorvald Danielsen hjá Mjølnir og Jón Weihe Simonsen hjá SÍ. Thorvald væntar eina javna kapping í vetur, og Jón hevur vónir um, at unga manningin hjá SÍ fer at menna seg og bíta enn meir frá sær.

 

Støðan (fbf.fo)DystirSett 
Liðleiktir3-0/3-13-20-3/1-32-3vunnintaptmunurStig
Mjølnir110003033
Fleyr101003212
ÍF1000123-11
1001003-30

 

 

HER  ber til at hoyra samrøður við Bjarna Larsen hjá ÍF og Suna Juul Pedersen hjá Fleyr.

Thorvald Danielsen (Mjølnir) og Jón Weihe Simonsen (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

(Mjølnir-SÍ 3-0. Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður við Thorvald Danielsen og Jón Weihe Simonsen)