Mjølnir vardi fýra settbóltar og er Føroyameistari

Seinna FM-finalan ímillum Mjølnir og Fleir

Mjølnir er Føroyameistari hjá monnum fyri fyrstu ferð í 15 ár.

Hetta henda eftir spennandi og drúgvan finaludyst, ið Mjølnir vann 3-1 á Fleyr.

Dysturin var serstakliga tættur, og trý av settunum fóru útum 25 stig. Í fjórða setti hevði Fleyr møguleikan at javna til 2-2 í settum, tá ið Fleyr fekk fýra sett-bóltar. Menn Mjølnir vardi fyri og koppaði dystinum á aftur, so at Mjølnir vann settið, dystin og Føroyameistaraheitið.

 

in.fo hevði beinleiðis tekstafrásøgn, ið kann lesast við at trýsta HER