Mjølnirskvinnur vunnu seg sannførandi í steypafinaluna (FM1)

(FM1) Hoyr Lars Engell, høvuðsvenjara hjá KÍF og Katrin Petersen, hjálparvenjara hjá Mjølnir seta orð á Mjølnir-KÍF 3-0

Katrin Petersen er hjálparvenjari hjá Mjølni (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Katrin Petersen er hjálparvenjari hjá Mjølni (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Kvinnurnar hjá Mjølni hava vunnið seg í steypafinaluna við einum sannførandi 3-0 sigri á KÍF í hálvfinaluni, ið var leikt í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tað var bara í øðrum setti, at KÍF hótti, men tann stormin reið Mjølnir av.

Mjølnir-KÍF 3-0 (25-21, 27-25, 25-18)

Mjølnir møtir antin Drátti ella SÍ í steypafinaluni. Tann dysturin byrjaði klokkan 15. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1  (www.midlar.fo).

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Jóhann Lützen taka samanum tey trý settini og ein uppibornan sigur til Mjølnir. Jóhann staðfestir, at tað var í øðrum setti KÍF hevði møguleikan, men tær tóku ikki av.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Lars Engell, høvuðsvenjara hjá KÍF sum mátti staðfesta enn eitt vónbrot. Lars hevur tó ikki mist vónina um, at KÍF kann vinna seg í FM-finaluna.

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Katrina Petersen, hjálparvenjara hjá Mjølni, ið gleðiliga kundi staðfesta ein uppibornan sigur til sítt lið. Katrin helt, at KÍF vóru ov óstøðugar til at kunna hótta Mjølnir veruliga. 

##med3##

 

 

 

Katrin Petersen er hjálparvenjari hjá Mjølni (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(Mjølnir-KÍF 3-0, avgerandi bóltarnir, samanumtøka: Jóhann Lützen og samrøður við Lars Engell og Katrina Petersen)

Lars Engell er høvuðsvenjari hjá KÍF (Mynd: Óli G. Samuelsen)