Mjølnirsmenn vunnu 3-1 á SÍ í steypakappingini (FM1)

(FM1) Hoyr Trygva Hansen hjá Mjølni og Jóhan Petur á Stongum hjá SÍ seta orð á dystin í steypakappingini hjá monnum

 

 

Jóhan Petur á Stongum (SÍ) og Trygvi Hansen (Mjølnir). Mynd: Óli G. Samuelsen

Jóhan Petur á Stongum (SÍ) og Trygvi Hansen (Mjølnir). Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

Suverena oddaliðið í meistaradeildini hjá monnum, Mjølnir fekk eina góða byrjan uppá bólkaspælið í steypakappingini við einum 3-1 heimasigri á SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík fyrr í dag. 

SÍ tók annað sett, men Mjølnir hevði gott tamarhald á dystinum í triðja og fjórða setti.

Mjølnir-SÍ 3-1 (25-20, 23-25, 25-18 og 25-22)

Hini liðini í bólkinum eru Fleyr B og SÍ B, men Trygvi Hansen hjá Mjølni og Jóhan Petur á Stongum hjá SÍ haldi ikki, at teir fara at koma sovandi til hálvfinalurnar, hóast tvey 1. deildarlið eru mótstøðuliðini komandi dystirnar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við teir báðar, Trygva Hansen og Jóhan Petur á Stongum aftaná 3-1 sigurin hjá Mjølni á SÍ. 

Jóhan Petur á Stongum (SÍ) og Trygvi Hansen (Mjølnir). Mynd: Óli G. Samuelsen

(Samrøða: Trúgvi Hansen og Jóhan Petur á Stongum)