Mladen forðaði fyri at Nicholas og Neistin stjólu sigurin í Vestmanna

Neistin megnaði ikki at gera sær dalt av stórbjargingum frá Nicholasi Satchwell. Mladen Mjerimacka bjargaði brostkasti í seinasta sekundi og so bjargaði VÍF sær annað stigið.

Mladen Mjerimacka mátti síggja liðfelagarnar brenna ímóti stórspælandi Nicholasi Satchwell. Kortini bjargaði VÍF-málverjin annað stigið í evstu løtu

Mladen Mjerimacka mátti síggja liðfelagarnar brenna ímóti stórspælandi Nicholasi Satchwell. Kortini bjargaði VÍF-málverjin annað stigið í evstu løtu

VÍF og Neistin brustu saman í Okkaradeildini, og tað gjørdist ein tættur dystur.

Hjá VÍF møtti Filip Jojic í stórformi eftir at hann skeyt 17 mál í javnleikinum á Skála mikukvøldið.

Í dag fekk hann eitt sindur størri trupulleikar við Nicholasi Satchwell, og var eisini væl ansaður av Neistaverjuni.

Filip fekk kortini níggju mál í Vestmanna í dag. Øll úr opnum spæli, tí VÍF fekk hvørki av sínum tveimum brotskøstum fram við Nicholasi Satchwell.

Tað vóru eisini málverjarnir sum tóku yvirskriftirnar í dag. VÍF var á odda 24-20 við einum átta minuttum eftir. Filip Jojic varð púrasta mansvardur og Nicholas Satchwell tók stórbjargingarnar fram.

Við støðuni 24-23 til VÍF bjargaði Neistamálverjin brotskasti, Neistin javnaði, og Nicholas Satchwell helt fram.

Tað var um reppið at Neistin stjól øll stigini. Við tíggju sekundum eftir tók Nicholas Satchwell aftur eina stórbjarging fram, tá ið Sjúrður Olsen kom fríur. Neistin fangaði returin, Sjúrður Olsen steðgaði Runa Olsen í at tveita bóltin í skjótálop, og tað varð revsað við reyðum korti til vestmenningin og brotskast til Neistan júst sum tíðin rann út.

Nú svaraði Mladen Mjerimacka aftur, tí hann bjargaði brotskastinum frá Dánjali Ragnarssyni, og so endaði tað 24-24.

Filip Jojic skeyt níggju mál fyri VÍF. Rune Olsen skeyt flest fyri Neistan. Hann fekk sær fimm mál.

Mladen Mjerimacka mátti síggja liðfelagarnar brenna ímóti stórspælandi Nicholasi Satchwell. Kortini bjargaði VÍF-málverjin annað stigið í evstu løtu