Móttøka fyri Sverra í Miðvági

Mikudagin verður móttøka fyri europameistaranum í heimbygdini

Í sambandi við at Sverri Sandberg Nielsen, sunnudagin tann 11. oktober 2020 framdi tað bragd at gerast Evropameistari í einkultskullara, og harvið eisini fyrsti danski evropameistarin í 69 ár í júst hesi grein, skipar Vága kommuna fyri móttøku á Miðstaðarøkinum í Miðvági, mikudagin 14. oktober 2020, kl. 17.00 – 18.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Vága Kommuna á heimasíðu sínari.