Mourinho fingið sín fyrsta spælara

Portugisi kemur inn, meðan Christian Eriksen helst er á veg út

Mynd: (Tottenham) Gedson Fernandes

Mynd: (Tottenham) Gedson Fernandes

Tottenham boðar í dag frá, at felagið hevur leigað 21 ára gamla Gedson Fernandes frá Benfica í 18 mánaðir. Eftir hetta hevur Tottenham møguleika at keypa portugisiska miðvallaran.

Hetta er fyrsti spælarin, sum José Mourinho fær til felagið. Tó er líkt til at Tottenham má klára seg uttan Christian Eriksen. Danski miðvallarin hevur sáttmála til í summar og kann nú samráðast við onnur feløg.

##med2##

Bæði enskir og danskir miðlar skriva, at Christian Eriksen er á veg til italska Inter Milan, sum í løtuni er í kapping við Juventus um meistaraheitið. Tað hevur eisini ljóðað at Real Madrid er upp á spæl, men tann søgan tykist hava minni og minni hald.

Mynd: (Tottenham) Gedson Fernandes

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen hevur kanska spælt sín seinasta dyst fyri Tottenham