Mourinho: Fýra lið kunnu vinna Premier League

Premier Legaue: Og eitt av teimum er eitt heilt óvæntað lið

José Mourinho hevur gjørt ein fyribilssáttmála við bretska sjónvarpsmiðilin, Sky Sports, har hann nú er viðmerkjari saman við eitt nú Gary Neville og Jamie Carragher. Fyrsti dysturin var uppgerðini millum fyrrverandi feløgini, Manchester United og Chelsea, sum Manchester United vann 4-0.

Undan dystinum bleiv hann spurdur hvør hann vinna Premier League. Trý av feløgunum munnu tey flestu eisini hava sum favorittar. Manchester City, Liverpool og Tottenham. Men so legði hann eitt lið afturat. 

-  Eg haldi at tað eru fýra lið, sum kunnu vinna Premier League. Manchester City, Tottenham, Liverpool og B-liðið hjá Manchester Citys, sigur José Mourinho við einum skálkabrosi.

Hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at José Mourinho ikki er venjari við kappingarbyrjan. Hann sigur at hann saknar tað og at hann bara verður partur av Sky Sports, til hann fær rættað starvið.

- Hetta er ein møguleiki at læra hvussu tit hava tað í eini sjónvarpsstovu, men eg sakni at vera venjari og tað fari eg at verða aftur, sigur José Mourinho.

##med2##

The Best of Jose Mourinho | Manchester United 4-0 Chelsea | Super Sunday