Mugu standa saman í mótgongdini hjá landsliðnum (FM1)

(FM1) Hoyr spælararnar hjá FH á føroyska landsliðnum, Gunnar Nielsen og Brand H. Olsen lýsa 0-4 tapið móti Svøríki

Gunnar Nielsen vardi aftur føroyska málið í kvøld aftaná skaðafráveru

Gunnar Nielsen vardi aftur føroyska málið í kvøld aftaná skaðafráveru

##med2##

Aftaná keðiliga 0-4 tapið móti Svøríki á Tórsvølli fekk reportarin hjá FM1, Tróndur Arge orðið á fótbóltsútisetarnir sum vinna sær til breyðið í íslendska felagnum, FH, Gunnar Nielsen og Brand H. Olsen.

Brandur H. Olsen tók ábyrgdina fyri 2-0 málið, og eri sera harmur um hetta málið. Tað er ikki ein góð kensla nú dysturin er liðugur, og Brandur vildi bara sleppa niðan á Hotel Føroyar og inn á kamarið at hugsa um tað sum hent var.

Gunnar Nielsen dylur ikki, at hann heldur, at talan var um eitt avrit av slakara slagnum hjá landsliðnum í kvøld, men hann minnir fólk á, at vit mugu standa saman um landsliðið hjá hesum lítla landinum, og ikki sparka til liggjandi menn. Landsliðsmálverjin mælir so inniliga til, at vit standa saman í mótgongdini hjá landsliðnum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Gunnar Nielsen og Brand H. Olsen á FM1. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð og Hørður Askham, ið fingu debut á landsliðnum í kvøld. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Atla Gregersen og landsliðsvenjaran, Lars Olsen. 

Gunnar Nielsen vardi aftur føroyska málið í kvøld aftaná skaðafráveru

(Samrøður: Gunnar Nielsen og Brandur H. Olsen)