Myndareportasja: Føroyar - Oyggin Man; bronsudystur í badminton

Fantastiskur liðandi valdaði millum føroysku badmintonleikararnar tá ið tað gjørdist bronsa i liðkappingini - Sí myndir her

Føroyska liðið rópti av øllum alvi á sínar felagar á vøllinum

Føroyska liðið rópti av øllum alvi á sínar felagar á vøllinum

Oyggjaleikir 2019 - Dagur 2:

Tíðindafólk og myndafólk hjá in.fo gjørdust av álvara hugtikin av badminton, tá ið in.fo var í badmintonhøllini á Gibraltar meginpartin av mánadegnum og fylgdi liðkappingini.

Føroyar taptu hálvfinaluna, men vunnu bronsudystin, so har var fagnaður í høllini.

Fagnaðurin kom bæði frá føroyska liðnum og ikki minst føroysku áskoðarunum, ið dýktu á leikararnar við einum ljóðstøði, ið mundi givið øllum tinnitus.

Síggj myndareportasju frá fagnaðinum eftir dystin við at trýsta HER

 

Gyðja Tróndardóttir var myndafólk hjá in.fo henda dagin og hevur gjørt reportasjuna niðanfyri:

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

Framhald av myndafrásøgnini við at trýsta HER

 

Sí eisini myndir frá hálvfinaluni, ið Føroyar taptu ímóti Guernsey við at trýsta niðanfyri:

##ms##

Føroyska liðið rópti av øllum alvi á sínar felagar á vøllinum

Bartal Poulsen spældi heilar fýra dystir í hálvfinaluni og bronsudystinum - her vinnur hann einmansleikin í bronsudystinum

Bartal tapti báðar dystirnar í hálvfinaluni, men reisti seg við tveimum sigrum í bronsudystinum

Liðfelagarnir fylgja spentir við

14 Ára gamla Adhya Nandi vant burtur úr mótstøðuni í fyrsta setti. 21-11 til føroyingin.

Adhya Nandi kom sær í trupulleikar í øðrum setti, ið hon tapti.

"Nú rópa vit, so vinnur hon" hoyrdist millum føroysku liðfelagarnar

Og Adhya so gjørdi. 2-1 í settum til Adhyu Nandi og Føroyar løgdu seg á odda 2-0 í landsdystinum

Adhya spældi seg beint inn í hjørtuni á badmintonfjepparunum

Bartal Poulsen og Niclas Eysturoy spældu avgerandi tvímansleikin. Føroyingarnir vóru aftanfyri við sjey stigum, men fingu kortini fýra matchbóltar i øðrum setti. Teir vóru allir misnýttir

Men Niclas og Bartal settu alt upp á pláss í triðja setti og tryggjaðu endaliga Føroyum bronsuna

Formaðurin og Bartal fegnaðust um bronsuna við at sláa lógvarnar saman

Bartal fær rós frá venjaranum, Suna Gavnholt

Adhya Nandi eftir at hava fingið staðfest sitt fyrsta oyggjaleikaheiðursmerki

Venjari og pápi Adhyu - Aritra Nandi - er sum vera man errin

Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya var ein fegin maður

Bartal Poulsen kundi fegnast um at hava fingið bronsumerkið eftir fýra drúgvar dystir henda dagin

Rannvá Djurhuus Carlsson mátti vera til reiðar at fara á vøllin um menninir taptu tvímansleikin - hon slapp undan

FM1 segði beinleiðis frá bæði hálvfinaluni og bronsudystinum og fekk orðið á Niclas Eysturoy og Adhyu Nandi tá ið dysturin var vunnin

Tveir nøgdir venjarar, Sune Gavnholt og Aritra Nandi

Niclas Eysturoy mátti stríðast hart í tepra tvímansleikinum

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, hevði stuðlað liðnum av áskoðaraplássunum. Formaðurin var fegin um hetta