Myndir: Fóru til hendurs á bonkinum

Bárður J. Hansen hjá NSÍ og hjálparvenjarin hjá Víkingi, Gert Å. Hansen blivu útvístir

Víkingur vann í dag 2-1 á NSÍ við Løkin í Runavík. Klæmint A. Olsen var óheppin og legði mótstøðuliðið á odda, tá hann skuldi rudda vekk, men endaði við at sparka bóltin í egið mál.

Nýggi danski miðvallarin, Jesper Christjansen, skoraði annan dystin á rað, tá hann tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik javnaði fyri NSÍ. Eitt korter fyri tíð skoraði Ari Olsen fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum móti NSÍ.

Móti dystarenda bleiv tað av álvara dramatiskt og hendingaríkt. Fyrst vóru Gert Å. Hansen, hjálparvenjari hjá Víkingi, og høgri bakkurin hjá NSÍ, Bárður J. Hansen, í hornatøkum, tá NSÍ spælarin skuldi gera skjótt av í samband við innkast. Eftir mikið rok blivu báðir partar sendir av vøllinum.

Tveir minuttir seinni varð bríkslað fyri brotssparkið til NSÍ, sum innskifti Petur Knudsen tók sær av, men fyri aðru ferð í ár bjargar Elias Fagrá brotssparki frá Peturi Knudsen. Tí stendur Víkingur eftir sum vinnari av hendingaríka og dramatiska dystinum millum NSÍ og Víking.

Her eru myndir av hendingini, sum kostaði tvey reyð kort.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##ms##