Myndir HB-TB: Nú er 19-9 til ólavsøkuvertirnar

HB vann í gjár 4-1 á TB í landskappingar- og ólavsøkudystinum á Tórsvølli. Tað tók 57 minuttir at fáa hol á, tá Daniel Johansen sendi beinleiðis fríspark í mál. Síðani økti nýggi danski áleyparin, Mikkel Dahl, tvær ferðir. Hilmar Leon Jakobsen setti punktum fyri málskjótingina hjá HB, tá hann sendi eitt flatt innlegg úr vinstru í málið til 4-0.

Tvøramenn vardu væl í fyrra hálvleiki, tó at liðið var illa skipað fyrstu minuttirnar. Í seinna hálvleiki skrædlaði í eitt stórt korter, tá HB fekk øll síni mál. Ndende Adama Guéye minkaði um munin eitt korter fyri tíð, tá hann stútaði frísparksinnlegg í málið. Við hesum sigrinum er 19. ólavsøkusteypið komið í hús hjá ólavsøkuvertunum úr miðstaðarøkinum síðani 2010.

Tað eru nú tíggju ár síðani, at seinasta steypafinalan var á ólavsøku. Tað var í 2009, tá Víkingur vann 3-2 á EB/Streymi. Síðani hevur talan verið um landskappingardystir og her hava heimaliðini, AB, B36 og HB, nú vunnið samanlagt 19 ferðir, meðan restin av Føroyum bara hevur fingið níggju steyp við út høvðusstaðnum

Í dag verður landskappingar- og ólavsøkurdystir á Tórsvølli, har B36 tekur móti Víkingi. Hetta er fjórðu ferð, at hesi liðini møtast á ólavsøku. Víkingur vann í 2010 og 2016, meðan B36 vann í fjør. Dysturin byrjar klokkan 16. Beinleiðis frásøgn verður á FM1 og á in.fo.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##ms##

Tíggju ár við ólavsøkudystum í landskappingini

2010:

HB-B71 1-2

B36-Víkingur 1-3

2011:

B36-07 Vestur 1-0

HB-NSÍ 0-0*

HB vinnur brotssparkskappingina

2012:

B36-TB 4-1

HB-NSÍ 5-1

2013:

AB-EB/Streymur 3-1

B36-ÍF 1-2

HB-NSÍ 3-2

2014:

AB-EB/Streymur 2-2*

AB vinnur brotssparkskappingina

HB-B68 6-0

B36-KÍ 2-1

2015:

AB-NSÍ 1-2

B36-ÍF 4-0

HB-FC Suðuroy 0-0*

HB vinnur brotssparkskappingina

2016:

AB-NSÍ 1-2

HB-ÍF 1-0

B36-Víkingur 0-2

2017:

B36-07 Vestur 2-0

HB-KÍ 2-1

2018:

AB-FCS/TB/Royn 0-4

HB-NSÍ 0-2

2019:

AB-EB/Streymur 1-1*

EB/Streymur vinnur brotssparkskappingina

HB-TB 3-0

B36-Víkingur 2-1

2020:

AB-ÍF 2-2*

AB vinnur brotssparkskappingina

HB-TB 4-1

Samanlag:

Tórshavn – Restin av Føroyum: 19-9

Betri deildin menn 13. umfar:

Mánadagin 27. juli

NSÍ-KÍ 0-2

Skála-EB/Streymur 1-3

AB-ÍF 2-2*

AB vann brotssparkskappingina um ólavsøkusteypið

Týsdagin 28. juli

HB-TB 4-1

Mikudagin 29. juli

B36-Víkingur (16.00) Beinleiðis á FM1