Myndir og samanumtøka: Maribor hevði ongar trupulleikar av H71 hesaferð

Sí myndir og stutta frásøgn frá seinna Evropa Cup dystinum hjá H71 ímóti Maribor.

Fitt av fólki var í Høllini á Hálsi sunnukvøldið, men máttu ásanna at Føroyameistararnir ikki fingu hótt slovenska Maribor Branik hesaferð

Fitt av fólki var í Høllini á Hálsi sunnukvøldið, men máttu ásanna at Føroyameistararnir ikki fingu hótt slovenska Maribor Branik hesaferð

H71 fekk ikki gagnnýtt góða úrslitið hjá sær frá fríggjakvøldinum, tá ið seinni dysturin ímóti RK Maribor Branik var á skránni.

Hoyr samanumtøka frá FM1 við at trýsta HER

Gestirnir úr Slovenia høvdu lært nógv frá fyrra dystinum, ið H71 vann 25-24, og dugdi sera væl at leypa á føroysku verjuna. Alt fyri eitt sást hvønn veg tað bar, og Maribor legði seg á odda 3-0 eftir lítlari løtu. Tað eydnaðist H71 at minka niður í tvey mál eitt skifti, men nærri gjørdist tað ongantíð. Maribor lat ongan iva vera um hvørjir vóru yrkisleikarar og hvørjir vóru áhugaleikarar, og øktu upp í 17-10, ið gjørdist hálvleiksstøðan.

Fyrsta løtan av seinna hálvleiki var helst hin besta hjá H71. Tá riggaði tað at forða fyri Maribor-álopinum, og H71 hótti eina løtu við at minka fitt um munin. Men tað helt ikki við. Slovenar vóru eirindaleysir og avgjørdu dystin tíðliga í seinna hálvleiki. Endin var ein greiður sigur til Maribor við úrslitinum 31-24 og so var føroyska luttøkan í Evropa Cup av á hesum sinni.

Málskjúttar hjá H71 vóru: Peter Krogh 6, Hilmar Leon Jakobsen 4, Pætur Mikkjalsson 2, Leivur Mortensen 2, Pætur Thomsen 2, Pauli Mittún 2, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2, Hans Kári Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1 og Janus Dam Djurhuus 1

Sí eisini myndir frá fyrra dystinum við at trýsta HER

Álvur Haraldsen, myndamaður, var aftur í dag í Høllini á Hálsi og tók myndirnar, ið kunnu síggjast við at trýsta á myndirnar niðanfyri:

##ms##

Fitt av fólki var í Høllini á Hálsi sunnukvøldið, men máttu ásanna at Føroyameistararnir ikki fingu hótt slovenska Maribor Branik hesaferð