Myndir: Skotar vóru munandi effektivari

Føroyska A-landsliðið við monnum tapti 4-0 fyri Skotlandi í HM-undankappingardystinum á Hampden Park í Glasgow

Lat tað verða sagt beinanvegin: Betra liðið á Hampden Park mikukvøldið vann dystin. Og sigurin var uppiborin. Men 4-0 ti heimaliðið var kanska ikki heilt í tráð við leikgongdina, tí um eitt lítið sindur av hepni og avgerandi neyvleika var við føroysku spælarunum, so fingu Føroyar eisini okkurt mál. Men soleiðis varð ikki, og øll stigini vóru verðandi í Skotlandi, skrivar Fótbóltssambandið, sum eisini tók myndir til dystin.

Myndir: Hans Erik Danielsen og Rob Casey / SNS Group 

Skotar komu á odda í sjeynda minutti, tá teir struku avstað í teirra vinstru síðu. Men lítla løtu seinni var heilt nær við, at Brandur Olsen javnaði. Skálvíkingurin royndi seg við góðum skoti, men bara ein framúr bjarging frá skotska málverjanum gjørdi, at Skotland var á odda 1-0 í steðginum.

Í seinna hálvleiki settu skotar seg alt meir á dystin, og heimamenninir fingu eisini trý mál afturat, og vunnu til endans 4-0.

Føroyska liðið spældi annars væl til tíðir, men veruliga vandamikið framman fyri skotska málið gjørdist tað ongantíð. Í hinum báðum dystunum í okkara bólki vann Danmark 4-0 á útivølli móti Eysturríki, og í Moldova vann Ísrael 4-1.

4. og 7. juni skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá fyrst Ísland og síðan Liktinstein koma til Føroyar at spæla venjingardystir. Næstu HM-undankappingardystirnir eru á skránni fyrst í september mánað.

##ms##