Nadal í hølunum á Federer

Rafa Nadal er nú bert ein Grand Slam sigur frá at røkka metinum hjá Roger Federer, nú seinasta Grand Slam í ár er avgreidd.

Rafa Nadal nærkast nú metinum hjá Roger Federer, eftir at hann í gjár vann US Open finaluna móti 23 ára gamla russaranum Daniil Medvedev.

Tað tók honum út við fimm tímar at basa unga russaranum, ið annars hevur havt eitt framúr gott ár í ár.

Við settúrslitinum 7-5, 6-3, 5-7, 4-6, 6-4 vann Nadal sína Grand Slam nummar 19, og sostatt er hann ein sigur frá at røkka metinum hjá Roger Federer, ið hevur vunnið 20.

Federer sjálvur varð sligin út í fimm settum í fjórðingsfinaluni av Grigor Dimitrov, sum síðani tapti móti Medvedev í hálvfinaluni. Tá hevði Medvedev umfarið undan stríðst seg gjøgnum Stan Wawrinka, ið hann megnaði at vinna í fýra settum.

Toppseedaði Djokovic mátti gevast við skaða í økslini í áttapartsfinaluni móti Wawrinka, tá hann var tvey sett aftanfyri og Wawrinka legði seg á odda 2-1 í triðja setti.

Medvedev gjørdist annars rættiliga illa umtóktur millum áskoðararnar í Flushing Meadows, eftir at hann í triðja umfari var rættiliga ófantaligur móti einum bóltadreingi. Eftir avrikið í triðja og fjórða setti móti Nadal tóktiskt tann hendingin at vera gloymd, og áskoðarafjøldin fekk tokka til russaran.

Rafa Nadal er tó framvegis ein áskoðarafavorittur, og tað hoyrdist á fjøldini, tá Nadal servaði fyri seinasta stigi, og Medvedev sendi returin ein góðan fót aftur um baklinjuna.

Tað var ein kensluborin Nadal, ið tók móti heiðurinum. Uttan iva hevur hann sett vónirnar móti at taka metið hjá Federer, men so er spurningurin, hvussu støðan er, tá Australian Open byrjar í januar. Ein stórur partur av spælinum hjá Nadal, sum nú er vorðin 33 ára gamal, hevur verið styrki hansara - bæði kropsliga og sálarliga. Aldurin er nú so smátt farin at gera um seg hjá Nadal, og tí verður spennandi at síggja, um støðið verður tað sama um seks mánaðir.