Næstseinasti dagur: FM1 sigur frá báðum U17-dystunum í dag

Føroyar kunnu spæla seg í finaluna, um tað hepnast væl í dag - Fylg við á FM1

Hilmar Jan Hansen og Helgi Hildarson Hoydal taka mikrofonina fram aftur í dag (Mynd: Harald Bjørgvin)

Hilmar Jan Hansen og Helgi Hildarson Hoydal taka mikrofonina fram aftur í dag (Mynd: Harald Bjørgvin)

Í dag er næstseinasti dagur í European Open kappingini fyri U17-landslið í manshondbólti.

Um tað skuldu verið fólk, ið ikki hava fingið tað við, so vunnu Føroyar innleiðandi bólkin, og spæla í dag meginumfarið, ið skal gera av hvør spælir finalu í morgin.

 

Tveir bólkar eru og bólkavinnararnir hittast í finaluni í morgin.

Føroyar eru í bólki 2, ið sær soleiðis út:

Føroyar 2 stig

Hvítarussland 2 stig

Ungarn 0 stig

Spania 0 stig.

 

Føroyar hava longu 2 stig fyri sigurin á Spania, so tað er fyrst og fremst Hvítarussland, ið er størsti kappingarneytin á stigatalvuni, men tað ber væl til hjá teimum báðum niðastu liðnum at taka Føroyar og Hvítarussland aftur.

 

Lykladysturin ímillum Føroyar og Hvítarussland byrjar longu nú klokkan 9.30, og klokkan 14.45 er mótstøðuliðið Ungarn.

FM1 er framvegis á staðnum, og Hilmar Jan Hansen sigur frá báðum dystinum í dag, eins og hann sigur frá seinasta dystinum í morgin.

Hilmar Jan Hansen og Helgi Hildarson Hoydal taka mikrofonina fram aftur í dag (Mynd: Harald Bjørgvin)