Næstu vikurnar krevja øgiligt av spælarunum

Fram til landsliðssteðgin, sum verður fyrst í oktober, skal føroyskur fótbóltur spæla tveir dystir í Europa og 21 landskappingardystir

Heini Vatnsdal og Kristian Joensen eru lættir um hjartað, tá ið teir síggja, at Dan í Soylu úr góðari støðu sendir bóltin framvið handara stólpa, og so vann KÍ toppdystin 2-1

Heini Vatnsdal og Kristian Joensen eru lættir um hjartað, tá ið teir síggja, at Dan í Soylu úr góðari støðu sendir bóltin framvið handara stólpa, og so vann KÍ toppdystin 2-1

7. oktober skulu Føroyar spæla tann fyrsta av trimum landsdystum í eina viku. Tað verður vinardystur á útivølli ímóti Danmark. Hann verður spældur í MCH Arenuni í Herning henda mikudagin klokkan 17 føroyska tíð.

Næstu dagarnar vera tveir dystir í Nations League. Tann fyri verður leygardagin 10. oktober á heimavølli ímóti Lettlandi, og tann seinni verður týsdagin 13. oktober á heimavølli ímóti Andorra.

Leygardagin 3. oktober verður fult umfar í landskappingini, og so fara landsliðsspælararnir at hugsavna seg um avbjóðingina á landsliðnum.

Inntil tá skulu føroysku fótbóltsfelagini spæla 23 dystir – 21 í landskappingini og tveir í Europa liguni. Tann fyrsti verður nú týskvøldið, tá ið meistararnir í KÍ skulu út á Skála. Tað er rættiliga tætt millum dystirnar hjá KÍ, sum næstu tríggjar vikurnar skal spæla seks dystir.

KÍ skal spæla ímóti Skála týsdagin, leygardagin skal KÍ spæla í Trongisvági ímóti TB, annað hóskvøld, 24. september, skal KÍ spæla Europadyst á Tórsvølli, sunnudagin 27. september fær KÍ vitjan av AB, mikudagin 30. september fær KÍ vitjan av B36, og leygardagin 3. oktober skulu klaksvíkingar spæla ímóti Víkingi í Sarpugerði.

Í gjár vóru tveir nýggir spælarar á liðnum hjá KÍ, sum vann 2-1 á heimavølli ímóti HB, og tað kann fara at vísa seg næstu vikurnar, at tað fer at vera brúk fyri nógvum spælarum.

So er at vóna, at allir spælararnir, sum Håkan Ericson fer at senda boð eftir, verða tøkir, tá ið landsliðið fer til Danmarkar og Herning.

Hvussu veðrið fer at roynast næstu vikurnar, og hvussu tað skal verða, um tað verður neyðugt at útseta onkran dystin, er at vóna ikki verður aktuellur spurningur.

 

KÍ – HB 2-1 (0-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð 49.

2-0: Páll A. Klettskarð 55.

2-1: Mikkel Dahl 75.

 

NSÍ – B36 4-2 (3-0)

1-0: Petur Knudsen 34.

2-0: Sjálvmál 36.

3-0: Klæmint A. Olsen br 41.

4-0: Petur Knudsen 59.

4-1: Ragnar Samuelsen 67.

4-2: Sjálvmál 70.

 

EB/Streymur – Víkingur 2-3 (1-0)

1-0: Niklas T. Kruse 38.

1-1: Sølvi Vatnhamar br 55.

2-1: Rói H. Olsen 62.

2-2: Finnur Justinussen 82.

2-3: Finnur Justinussen 94.

 

AB – TB 0-3 (0-2)

0-1: Filip Obadovic 1.

0-2: Poul Ingason 11.

0-3: Filip Obadovic 57.

 

HB181512531446
181422571844
NSÍ181224341438
B36171214512437
Víkingur191126392835
ÍF186210203620
EB/Streymur196112164019
TB193412142713
AB19071212557
Skála1702159492


Týsdagin 15. september

Skála – KÍ

Mikudagin 16. september

Europa League

B36 – The New Saints

Leygardagin 19. september

TB – KÍ

Sunnudagin 20. september

Víkingur – Skála

NSÍ – EB/Streymur

HB – ÍF

B36 – AB

Mikudagin 23. september

Víkingur – AB

Skála – ÍF

EB/Streymur – HB

TB – NSÍ

Hósdagin 24. september

Europa League

KÍ – Connah´s Quay/Dinamo Tbilisi

Sunnudagin 27. september

KÍ – AB

ÍF – EB/Streymur

NSÍ – Skála

B36 – HB

TB – Víkingur

Mikudagin 30. september

KÍ – B36

Leygardagin 3. oktober

Víkingur – KÍ

EB/Streymur – B36

HB - Skála

AB – NSÍ

TB - ÍF

Heini Vatnsdal og Kristian Joensen eru lættir um hjartað, tá ið teir síggja, at Dan í Soylu úr góðari støðu sendir bóltin framvið handara stólpa, og so vann KÍ toppdystin 2-1