Navnastríð: Inter Milan leggur sak móti Inter Miami

Nýggja felagið hjá David Beckham, Inter Miami, skal møguliga skifta navn

Inter Miami er navnið á nýggja fótbóltsfelagnum í USA, sum í næstum verður at síggja í amerikansku landskappingini, Major League Soccer (MLS). Men tað er ein møguleiki fyri, at felagið má skifta navn.

Tað er kendi fyrrverandi fótbóltsspælarin, David Beckham, sum stendur aftanfyri nýggja felagið, sum spælir í pink. Felagið fyrireikar seg í løtuni til komandi landskapping og seinasta hondin verður løgd á nýggja leikvøllin.

##med2## 

Hóast veðrið í Miami er gott í hesum døgum, so er felagið komið í mótvind. Italska felagið Inter Milan heldur ikki nógv um, at Inter Miami hevur ”Inter” í sínum navni. Inter Milan hevur tí lagt sak móti Inter Miami.

Í Inter Milan heldur mann, at ”Inter” verður sett saman við Inter Milan, meðan David Beckham og Inter Miami halda fyri, at fleiri feløg kring heimin hava Inter í sínum navni. Eitt nú Internacional (Brasil), FC Inter Turku (Finnland), NK Inter Zapresic (Kroatia) og Inter Leipzig (Týskland).

 ##med3##

Hvussu verður og ikki, so skal Inter Miami spæla sín fyrsta almenna venjingardyst leygardagin móti Philadelphia Union. Fyrsti landskappingardysturin verður móti LA Galaxy 1. mars, sum eina ferð hevði ein ávísan David Beckham á liðnum.