NBA: LeBron og Lakers eru meistarar

Kurvabóltur: LeBron James bleiv dagsins spælari, tá Los Angeles Lakers tangeraði metið fyri flest NBA-meistaraheiti

Los Angeles Lakers vann í nátt NBA-meistaraheitið fyri 17. ferð. Við LeBron James á odda vann heimskenda kurvabóltsfelagið 106-93 á Miami Heat í sætta finaludystunum av sjey møguligum. Við sigrinum hevur Los Angeles Lakers vunnið finaluseriuna 4-2 og er meistari.

Stóra stjørnan á liðnum er heimskendi LeBron James, sum er dagsins Michael Jordan. Hann gekk eisini á odda í dystunum í nátt og fekk 28 stig, vann 14 sokallaðar ” rebounds” og átti tíggju ferðir upplegg.

Í USA ganga tey høgt upp í at velja dagins spælara, sum tey kalla fyri MVP. Hetta er eitt heitið fyri týdningarmesta spælaran í finaludystunum. Hetta er fjórðu ferð, at LeBron James er valdur til MVP. Við hesum er hann tann fyrsti spælarin, sum verður valdur til MVP við trimum ymiskum feløgum í finalunum. Hann hevur fyrr vunnið heitið við Cleveland Cavaliers og tvær ferðir við Miami Heat.

Los Angeles Lakers er eitt tað mest marknaðarførda kurvabóltsliðið í heiminum. Tað er tiltikið, at tey kendu í Los Angeles sita á fremstu rekkju og vísa sín stuðul, og vísa seg sjálvan fram. Tó hevur liðið ikki vunnið meistaraheitið í tíggju ár. Við hesum hevur Los Angeles Lakers vunnið 17 meistaraheiti, sum er ein tangering av metinum hjá Boston Celtics.

##med2## 

Eftir dystin helt venjarin hjá Los Angeles Lakers, Frank Vogel, fyri at LeBron James er besti spælarin í søguni. Hann manglar nú bara at vinna inn á Michael Jordan, sum seks ferðir vann MVP í finalunum fyri Chicago Bulls.

Sermerkt við endaspælinum í NBA hesa ferð er, at tað er avgreitt í Disney World í Orlando, sum liggur í Florida. Her hevur NBA skapt eina koronabobblu, har ongin annar sleppur inn.