NBA meistaraheitið endaði í Kanada

Í nátt, var sætti dystur í NBA finalunum spældir

mynd: ESPN

mynd: ESPN

Golden state warriors og Toronto Raptors spældu í nátt sætta dystin í NBA finalunum, og tað endaði við at liðið úr Kanada, Toronto raptors, óvæntað fór avstað við meistaraheitinum. Hetta er fyrstu fer at Kanadiska liðið vinnur meistaraheitið.

NBA er amerikanska kurvabóltsdeildin. Tað eru 30 lið í NBA, og kappingin er skipa soleiðis, at fyrst er grundspælið, 30 lið eru deild í tveir partar, tey eru deild í eysturdeilduna og vesturdeilduna. Liðini spæla 82 dystir.

Síðani kemur endaspælið, átta tey ovastu liðini úr hvørjari deild spæla ímóti hvørjum ørðum, og tey spæla seriur. Fyrsta liðið at vinna fýra dystir fer víðari úr hvørjari seriu. Hetta ger man, til man finnur besta liðið úr eysturdeildini og besta liðið úr vesturdeilduni.

Um man skal gerast meistari, skal man vinna 4 seriur, og hvør seria kann vera upp til sjey dystir lang. Tey bæði liðini ið vinna sína deild, spæla so eina seinastu seriu um NBA meistaraheitið.

Í ár vunnu Toronto Raptors finaluseriuna 4-2, og eru tískild NBA meistarar 2019.

Golden state warriors hava annars vunnið meistaraheitið tvey tey seinastu árini, og tað var sera óvæntað at liðið úr Canada vann. Hetta er fyrstu fer at eitt lið uttan fyri USA vinnur NBA meistaraheitið.

mynd: ESPN