Neistakvinnur javnaðu út í oddinum

Neistin vann í dag greiðan sigur á StÍF - Trý lið er jøvn á fremsta plássi.

Fríða á Dunga og Neistakvinnur eru nú javnar við VÍF og Kyndil á fremsta plássi

Fríða á Dunga og Neistakvinnur eru nú javnar við VÍF og Kyndil á fremsta plássi

Í enn einum róligum dysti í SMS-deildini, vann Neistin í dag tryggan 24-18 sigur á StÍF.

Hálvfinaluluttakararnir í SMS-deildin eru longu funnir, og nú stríðast liðini um at enda so ovarlaga sum gjørligt.

H71 vann í gjár á Kyndli, og hótti harvið triðja plássið hjá Neistanum, sum í dag vann sín dyst á StÍF - og nú leggur seg undir liðina á Kyndli og VÍF á fremsta plássið. H71 liggur tvey stig niðanfyri á fjórða plássi.

Neistin - StÍF 24-18

Neistin: Birita Ingolvsdóttir 6, Stina Madsen 4, Ingunn Persson 4, Fríða á Dunga 3, Anna Clementsen 2, Hjørdis Viðstein 1, Brynja Høj 1, Sólbjørt Høj 1, Gunnfríð Nólsoy 1, Petra Larsen 1.

StÍF: Haruka Gima 8, Karina B. Høgnesen 4, Mao Otani 1, Yuika Kurimoto 1, Rebekka Zachariassen 1, Kristina Mikkelsen 1, Emmy Kass

Støðan í SMS-deildini (hsf.fo):

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL153983059322
 NEISTIN163923306222
 VÍF154073495822
 H71154103446620
 STJØRNAN15356410-549
 STÍF16357461-1047
 VB14300421-1214

##ms##

Fríða á Dunga og Neistakvinnur eru nú javnar við VÍF og Kyndil á fremsta plássi