Neistamenn nýggjan venjara

Stefan Arnar Gunnarsson hevur skrivað undir sáttmála við Neistan kappingarárið 2020/21

Besta mansliðið hjá Neistanum hava fingið nýggjan venjara. Talan er um eina íslandska loysn. Stefan Arnar Gunnarsson hevur skrivað undir sáttmála við Neistan kappingarárið 2020/21. Umframt at venja besta mansliðið, skal hann venja 1.deild menn, dreingir 18 og børn og ung í felagnum.

- Arnar er 42 ár og íslendingur. Hann er útbúgvin á Akureyri Technical College, B.Sc. prógv á Icelandic University of Education-Department of Physical Education og EHF master-coach í februar 2020. Arnar hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur verið venjari í 21 ár og hevur hann arbeitt nógv við ungum leikarum. Arnar hevur verið venjari hjá D. 15-20 ár í Akureyri, høvuðsvenjari í 1. Div. hjá Selfoss, venjari í Norra - Sotra, høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá Fjølnir og D. 13-18 ár, venjari hjá D. 16-18 í HK og verið venjari í 2.Bundesliga HSG Krefeld í Týsklandi, skrivar Neistin á heimasíðuni.

Tróndur Kragesteen, Bartal Kamban og David Edvardsen hava staðið á odda fyri liðnum higartil.