Neistatoppskjúttarnir fara niður

Neistin sigur farvæl við Dánjal og Trónd - drúgvastu málskjúttarnar farna kappingarár

Tróndur Mikkelsen ímóti KÍF í 25-25-javnleikinum í september. Neistabakkurin skoraði 11 mál tann dagin

Tróndur Mikkelsen ímóti KÍF í 25-25-javnleikinum í september. Neistabakkurin skoraði 11 mál tann dagin

Neistin skal komandi kappingarár klára seg uttan Dánjal Ragnarsson, sum fer at spæla við U19-liðnum hjá Skanderborg og Trónd Mikkelsen, sum skiftir til SUS Nyborg, ið júst er flutt upp í donsku 1. deild í manshondbólti.

Tað vóru boð eftir teimum ungu í Neistanum í vetur. Og tað var neyðugt.

Fyrst gjørdist Tróndur Kragesteen so illa skaddur í ársins fyrsta dysti, at hann ikki fekk spælt hondbólt, og eisini Rasmus Søby stríddist við skaðar.

Tað gav møguleikar til Trónd Mikkelsen og Dánjal Ragnarsson, sum av álvara tóku av. Teir høvdu fingið sítt gjøgnumbrot árið fyri, tá ið tað gjørdist til FM-silvur eftir fimm teprar finalur ímóti H71.

Árið eftir stóðu teir fyri mesta partinum av skoraðu málunum, og vóru millum annað kosnir bestu leikararnir í vikuni fimm ferðir til samans.  Báðir eru teir góðir skjúttar á vinstra bakkar, men Neistin fann pláss við at seta Dánjal á vongin, har hann so eisini kundi draga inn á bakkin.

Tá ið korona so brátt steðgaði kappingarárinum høvdu Dánjal og Tróndur skotið ávikavist 111 og 78 mál. Tað gav teimum pláss sum nummar tvey og sjey á toppskjúttalistanum í Okkaradeildini.

Umframt toppskjúttarnar báðar, skal Neistin eisini gera seg til reiðar til eitt kappingarár uttan lyklaleikaran, Nicholas Satchwell.

Sí eisini: Profilur hjá Neistainum til KA í Íslandi

Dánjal Ragnarsson er 19 ára gamal, meðan Tróndur Mikkelsen er 20 ára gamal, og hava spælt ungdómsárini í Neistanum. Tróndur var eisini niðri á hondbóltsskúla í Skjern eitt skifti, áðrenn hann kom heim aftur á sumri 2018.

Fyrr í ár vóru teir og royndarvandu í norskum felagi saman, men nú fara teir hvør til sítt.

Úr savninum: Dánjal og Tróndur royndarvant í Norra (FM1)

Neistin skrivar soleiðis á Facebook:

 

 

Toppskjúttarnir í Okkaradeildini við koronasteðgin í 2020*:

 

Filip JojicVÍF154
Dánjal RagnarssonNeistin111
Nicklas SelvigKÍF109
Anders RisdalKyndil83
Hjalti Mohr JacobsenKyndil82
Sjúrður OlsenVÍF79
Tróndur MikkelsenNeistin78
Sámal á TjaldrafløttiTeam Klaksvík77
Rasmus SøbyNeistin77
Peter KroghH7174

*Hagtøl: Ítrottarsosialurin

Tróndur Mikkelsen ímóti KÍF í 25-25-javnleikinum í september. Neistabakkurin skoraði 11 mál tann dagin