Neistaverjan vann í Vági

VB hevði trupult við at skora ímóti Neistanum, sum meldaði seg inn í oddastríðið

Savnsmynd. Ingunn Kristina Persson gekk við sjey málum aftur undan í málskjótingini hjá Neistanum

Savnsmynd. Ingunn Kristina Persson gekk við sjey málum aftur undan í málskjótingini hjá Neistanum

Eftir umráðandi sigurin á H71 seinasta sunnudag, kundu neistakvinnur leggja seg undir liðina á bæði hoyvíkingum og kyndilskvinnum í SMS-deildini.

Treytin var ein sigur ímóti VB í Vági, og Neistin avgreiddi sín setning við at vinna 22-13.

Tað gekk long tíð millum málini í Vági í dag, og í hálvleikinum var støðan bert 5-8.

Í seinna hálvleiki var lítil ivi um endaliga úrslitið. VB fekk ongantíð ferð á málskjótingina, og endin var at neistakvinnur kundu fara norður við tveimum stigum og einum fyribils triðja plássi í SMS-deildini, ájavnt í stigum við Kyndil og H71, men við einum dysti fleiri.

Sostatt er sera tætt millum tey fýra fremstu í SMS-deildini, áðrenn H71 og VÍF dystast mikukvøldið og Neistin og Kyndil bresta saman hóskvøldið.

SMS-deildin
VB – Neistin 13-22 (5-8)
10. nov, Høllin í Vági
Málskjúttar VB
Durita K. Hjelm4
Sofía A. Schrøter3
Rannvá Johannesen3
Dajana Komenda2
Bára K. Mortensen1
Málskjúttar Neistans
Ingunn Kristina Persson7
Fríða á Dunga4
Barbara Johannesen3
Sólbjørt Høj3
Ana Blagojevic2
Anna Clementsen1
Stina Madsen1
Brynja Høj1

Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF82271715614
2Kyndil71841255910
3Neistin81961682810
4H7171851632210
5Stjørnan8198216-186
6StÍF8169243-744
7VB8169242-730

 

 

Savnsmynd. Ingunn Kristina Persson gekk við sjey málum aftur undan í málskjótingini hjá Neistanum