Neistin bjóðar VB av klokkan 15

SMS-deildin: Neistin er stórvaforittur í Vági í dag

Ingunn Kristina Persson skoraði sjey ferðir tá í Neistin og VB seinast spældu

Ingunn Kristina Persson skoraði sjey ferðir tá í Neistin og VB seinast spældu

SMS-deildin: VB-Neistin klokkan 15.00 - Høllin í Vági

Ein dystur verður leiktur í SMS-deildini í dag, tá ið VB tekur ímóti Neistanum í Høllini í Vági.

Neistin kemur til Vágs eftir eitt framúr úrslit fyri viku síðani, tá ið tær bláu úr Havn vunnu við sjey málum á H71.

VB leitar framvegis eftir sínum fyrstu stigum, so lítið man vera at ivast í at Neistin skal rópast favorittur.

Hetta er annar dysturin í kappingarárinum at VB og Neistin bresta saman. Fyrru ferð var 21. september í Havn. Tann dystin vann Neistin við níggju málum.

Støðan í SMS-deildini undan dystinum í dag

1VÍF82271715614
2Kyndil71841255910
3H7171851632210
4Neistin7174155198
5Stjørnan8198216-186
6StÍF8169243-744
7VB7156220-640

Innanhýsis dystir:

Neistin - VB 28-19 (15-11)
21. sep 2019, Høllin á Hálsi
Málskjúttar Neistans

Ingunn Kristina Persson 7

Fríða á Dunga 6

Rakul Magnussen 5

Birita Ingolvsdóttir 5

Hjørdis Viðstein 1

Barbara Johannesen 1

Sólbjørt Høj 1

Gunnfríð Nólsoy 1

Stina Madsen 1

Málskjúttar VB

Rúna M. Jacobsen 6

Durita K. Hjelm 5

Dajana Komenda 2

Slobodanka Bandobranski 2

Sofía A. Schrøter 1

Rebekka Godtfred 1

Bára K. Mortensen 1

 

 

 

 

Ingunn Kristina Persson skoraði sjey ferðir tá í Neistin og VB seinast spældu