Neistin-H71 25-30: Samrøður og samanumtøka frá FM1

(FM1) Hoyr samrøður við Teis Horn Rasmussen (Neistin) og Rúna Vest Højgaard og Hilmar Leon Jakobsen (H71)

Hilmar Leon Jakobsen gjørdist toppskjútti hjá H71 við níggju málum

Hilmar Leon Jakobsen gjørdist toppskjútti hjá H71 við níggju málum

Tað er javnt 2-2 í FM-finalum í Okkaradeildini millum Neistan og H71. Liðini vinna FM-finalurnar á útivølli. Í øllum fýra FM-finalunum higartil hevur útiliðið vunnið. Í fjórðu FM-finaluni í kvøld vann H71 30-25 á Neistanum aftaná javnleik 15-15 í steðginum.

 

Leygardagin verður tann fimta og seinasta FM-finalan í Hoyvíkshøllini, og tá skal ein FM-vinnari finnast.

 

Hilmar Leon Jakobsen var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Leivur Mortensen skoraði átta mál fyri H71. Tróndur Mikkelsen var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Rune Olsen skoraði seks mál fyri Neistan.

 

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann siga frá dystarendanum. Dia Midjord var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum, ið slær fast, at teir í Neistanum trúgva fult og fast uppá, at teir fyri triðju ferð á rað kunnu vinna í Hoyvíkshøllini.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rúna Vest Højgaard hjá H71, ið slær fast, at hoyvíkingar vóru ikki komnir oman til Havnar at síggja heimaliðið fara avstað við FM-steypinum.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Hilmar Leon Jakobsen, ið mátti taka stóra ábyrgd nú tá Peter Krogh hevði stríðst við sjúku.

5) Hoyr viðmerkjaran, Dia Midjord taka samanum fjórðu FM-finaluna. Dia Midjord torir ikki at peika út ein greiðan favoritt til fimtu FM-finaluna, ið verður í Hoyvíkshøllini komandi leygardag.

 

 

 

 

Hilmar Leon Jakobsen gjørdist toppskjútti hjá H71 við níggju málum