Neistin-H71 (SMS) 26-19: Dystarendin og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr H71-venjaran, Einar Jónsson, Ingunn Kristinu Persson, toppskjútta hjá Neistanum og viðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum dystin

 

 

Ingun Kristina Persson skoraði ikki færri enn 12 móti H71 í dag

Ingun Kristina Persson skoraði ikki færri enn 12 móti H71 í dag

##med2##

Neistakvinnur vunnu ein knúsandi 26-19 sigur á H71 á heimavølli í høllini á Hálsi í dag.

Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Neistin bara á odda við einum máli 9-8. 

Maja Dragojulovic læsti málið hjá Neistanum, og samstundis var Ingunn Kristina Persson í stórformi, og hon skoraði ikki færri enn 12 mál fyri Neistan í dag. Ana Blagojevic og Gunnfríð Nólsoy skutu fýra mál hvør fyri Neistan.

Toppskjútti hjá H71 var Marita Mortensen við níggju málum. Durita Toftum skoraði fimm mál fyri H71 í dag. Vanligi stórskjúttin, Maria Halsdóttir Weyhe fekk bara eitt mál fyri H71 í dag. 

Í Vestmanna vann VÍF stórt 27-17 á StÍF, ið tó var væl við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var VÍF á odda 12-9.

Liljan Müller var toppskjútti hjá VÍF við 10 málum. Agnas Olsen skoraði fýra mál fyri VÍF í dag.

Toppskjútti hjá StÍF var japanska Haruka Gima við fimm málum. Yuika Koromoto og Ingibjørg Kass skutu trý mál hvør fyri StÍF.

VÍF er nú einsamalt oddalið við 12 stigum. H71 hevur 10 stig, meðan Kyndil og Neistin hava átta stig hvør. Stjørnan og StÍF hava fýra stig hvør, og aftast er VB við ongum stigi.

Dysturin millum Stjørnuna og VB í KÍ-høllini norðuri í Klaksvík byrjaði klokkan 15.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum Neistin-H71 26-19. Claus Rasmussen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá H71, Einar Jónsson sum slær fast, at hoyvíkskvinnur fara at reisa seg aftur aftaná hendan fyri tær keðiliga ósigurin.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Ingunn Kristinu Persson sum skoraði ikki færri enn 12 mál í dag. Ingun Kristina greiðir frá, at tær í Neistanum hava vant hart fyri at hála inn á VÍF, H71 og Kyndil, og tær ætla avgjørt at vera eitt lið í oddinum hetta kappingarárið.

4) Hoyr Sjúrð H. Hoydal og Claus Rasmussen taka samanum dystin Neistin-H71 26-19. Claus fegnast um, at tað nú er enn størri kapping um ovastu plássini í SMS-deildini, har Neistin í dag veruliga meldaðu seg inn í ta kappingina. 

 

 

 

 

 

 

Ingun Kristina Persson skoraði ikki færri enn 12 móti H71 í dag

(Neistin-H71 26-19: Dystarendin og samrøður: Einar Jónsson, Ingun Kristina Persson og Claus Rasmussen)