Neistin helt kollfirðingar beint aftanfyri seg

Julian Kragesteen og Neistin vóru á odda so at siga allan dystin og vunnu við einum máli

Julian Kragesteen skoraði níggju mál ímóti KÍF í dag

Julian Kragesteen skoraði níggju mál ímóti KÍF í dag

Mansliðini hjá Neistanum og KÍF fóru í holt við landskappingina í dag, tá ið liðini brustu saman í Høllini á Hálsi.

Tað eydnaðist Neistanum at vinna 28-27 eftir at hava verið eitt, tey ella trý mál á odda fyri tað mesta.

Julian Kragesteen hevði høvuðsleiklutin og var toppskjútti við níggju málum.

Rúni Joensen skoraði átta mál fyri KÍF.

Ungir neistamenn og skerdir kollfirðingar

Neistin stillaði upp í einari 5-1 verju, við vinstra veinginum, Paula Høj, sum órógv fyri KÍF-álopið.

Tað var eitt KÍF-álop, ið var munandi broytt í mun til seinasta kappingarár.

Høgri bakkur, Nicklas Selvig, og spælskipari, Ási Dam, høvdu báðir gips um armin., og spæla neyvan aftur í bræði.

Ímyndin á vinstra bakki seinastu árini, Hans Eli Sigurbjørnsson, var í dystarklæðum, men kom ongantíð á vøllin.

Tað var tí eitt øðrvísi kollfjarðaálop, sum herjaði á Neistaverjuna - Stundum við trimum strikuleikarum í senn.

##ms##

Julian lyftir arvin

Tróndur Kragesteen verður eftir øllum at døma á vøllinum fyri Neistan seinnu helvt av kappingini, men tá skal hann kappast við yngra bróðurin.

Tí neistaálopið bar í dag boð um, at spælskiparin, Julian J. Kragesteen, fer at fáa ein høvuðsleiklut í ár. Tað hevði hann í dag við nógvum góðum atsóknum, uppleggum og avgerandi málum.

Áhugavert var eisini, at Karl Martin Olsen, ið áður mest hevur roynt seg sum vongur, tykist at vera álitið á strikuni í ár.

Tað leikaði rættiliga javnt á fyri tað mesta, men Neistin vildi í fleiri førum renna undan. Fyrstu ferð um miðjan fyrra hálvleik, tá ið nýggi ungverski neistamálverjin, Bence Gödõr, bjargaði fleiri ferðir, og í tveimum førum sendi bóltin í tómt KÍF-mál.

Neistin loyvdi ikki KÍF nærri enn eitt mál

Hetta var dystarmyndin í allar 60 minuttirnar. Neistin rykti undan í løtum og KÍF svaraði aftur  og minkaði um munin niður í tvey og eitt mál - men ongantíð nærri.

Hendan søgan endurtók seg á seinasta seinni við hálvum triða minutti eftir. KÍF minkaði niður í tvey mál við brotskasti, ið eisini merkti útvísing til Neistan.

Serligt við Neistanum í dag var, at teir skiftu ikki málverjan út í undirtali, og av tí sama hevði rættiliga trupult við at skjóta mál í hesum løtum. Men tað eydnaðist at spæla seg ígjøgnum við skjótum spæli út á høgra vong. KÍF svarðaði aftur til tvey mál á muni.

Og so spældi Neistin eitt drúgt álop, ið endaði við at KÍF fekk bóltin og minkaði niður í eitt mál á muni og hálvum minutti eftir at leika.

Kollfirðingar hómaðu eina stigið í nøkur fá sekund. Men beinanvegin endaði bólturin hjá Karl Martini Olsen, sum var púra leysur og avgjørdi dystin, áðrenn KÍF fekk eitt mál til troystar og gjørdi úrslitið til 28-27 til Neistan.

Julian Kragesteen skoraði níggju mál ímóti KÍF í dag