Neistin knógvaði kollfirðingum

KÍF mundi tikið seks mál aftur, men Neistin avgjørdi at enda.

Karl Martin Olsen snýtti ferð eftir ferð KÍF-málverjan við neyvum skotum av høgra vongi. Sí fleiri myndir niðast á síðuni

Karl Martin Olsen snýtti ferð eftir ferð KÍF-málverjan við neyvum skotum av høgra vongi. Sí fleiri myndir niðast á síðuni

Stríðið um tey fýra ovastu plássini er víðopið aftur, eftir at Neistin fór við báðum stigum í Kollafirði í kvøld eftir úrslitið 26-21.

Sí eisini:

Endurtøka av ársins drama klokkan 17.00

KÍF-Neistin 21-26: Dystarendin og samrøður frá FM1

Neistin tóktist at hava avgjørt dystin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið leiðslan kom upp í seks mál og Nicklas Selvig hevði fingið sína triðju útvísing. Tá ið Hans Eli Sigurbjørnsson, sum var við eftir skaðasteðg, heldur ikki fekk ferð á sína vanligu málskjóting, gjørdist tað sera trupult hjá kollfirðingum í seinna hálvleiki. Ungu neistamenninir, Dánjal Ragnarsson, Tróndur Mikkelsen, Julian Kragesteen og Karl Martin Olsen gingu undan í álopinum, og so við og við fekk Rasmus Søby eisini stillað siktið, og fór at høgga bóltarnar í netið.

Men KÍF fann eitt eyka vápn, tá ið Rani Højgaard fór at bjóða av. Hann sendi fýra harðar bóltar í málið, so at tey seks málini á muni brádliga vóru eitt, tá ið einir tríggir minuttir restaðu í. Men spenningurin fánaði brádliga, tá ið Neistin revsaði tveimum mistøkum, og økti enn meira upp í úrslitið 26-21 til Neistan.

Sí myndir frá dystinum niðanfyri hagtølini

Okkaradeildin
KÍF – Neistin 21-26 (8-9)
20. november 2019, Høllin í Kollafirði
Málskjúttar KÍF
Rúni Joensen6
Rani A. Højgaard4
Atli L. Hammer3
Hans Eli Sigurbjørnsson3
Andrias Nielsen2
Nicklas Selvig2
Ási Dam1
Málskjúttar Neistans
Dánjal Ragnarsson7
Rasmus Søby6
Karl Martin Olsen5
Julian Kragesteen4
Tróndur Mikkelsen3
Rune Olsen

1

Støðan í Okkaradeildini

1H7172071654212
2StÍF8226220611
3VÍF82272111610
4KÍF8222204189
5Neistin8208195138
6Kyndil7182192-104
7Team Klaksvík8179264-850

 

##ms##

Karl Martin Olsen snýtti ferð eftir ferð KÍF-málverjan við neyvum skotum av høgra vongi. Sí fleiri myndir niðast á síðuni