Liverpool FC til Danmarkar

16. juli bresta ensku risarnir Liverpool og danska superligufelagið Brøndby saman

16. juli verður dagur í viku hjá nógvum føroyskum og donskum fótbóltsfjepparum. Tá spælir enska felagið Liverpool FC vinardyst móti Brøndby á Brøndby stadion.

 

Brøndby hátíðarheldur í ár 50 ára føðingardag og gleðist um, at kunna bjóða Liverpool til Danmarkar í ár. Fyri Brøndby verður talan samstundis um seinasta vinardystin undan kappingarársbyrjan. Danska landskappingin byrjar aftur 20. Juli.

 

Dysturin er komin í lag sum partur av avtaluni, tá Daniel Agger skifti frá Brøndby til Liverpool í 2006.


Ivasamt er, hvussu nógvar av størstu stjørnunum hjá Liverpool vera við á ferðini. Fleiri teirra eru, sum flestum kunnugt, við í HM í Brasil í hesum døgum. Væntast kann, at hesir fáa eina longri feriu, alt eftir hvussu langt lið teirra kemur í HM. HM-finalan verður spæld 13. juli.