Neistin nýggjan venjara

Besta mansliðið hjá Neistanum fær nýggjan venjara komandi kappingarár

Besta mansliðið hjá Neistanum fær nýggjan venjara komandi kappingarár. Felagið hevur skrivað sáttmála við Mads Rydal Nielsen. Hann skal venja neistamenn kappingarárið 2019/20, boðar Neistin frá. 

- Mads R. Nielsen er dani. Føddur í 1991 og býr í Odense. Hann er útbúgvin Cand. negot. HRM & Leadership. Hevur tikið DHF venjaraútbúgvingina í 2019. Mads hevur verið høvuðsvenjari hjá SUS Nyborg hondbólt, 2. Div. monnum kappingarárið 2018/19. Eisini hevur hann verið høvuðsvenjari hjá bæði U16 og U18 dreingjum 1. Div. hjá SUS Nyborg, umframt U16 og U18 dreingjum 1. Div. í GOG og á Oure, skrivar Neistin.

##med2##

Jeppa Borch hevur verið venjari hjá Neistanum seinastu tvey árini, men fer nú aftur til Danmarkar, har hann skal venja U17 hjá GOG. Hesi bæði árini hevur Neistin vunnið eitt steypagull og tvey silvur í landskappingini.