Neistin og Kyndil skulu innheinta H71 í kvøld

Klokkan 18.30 verður grannauppgerð og toppdystur í Høllini á Hálsi

Fríða á Dunga og Neistin ætla sær fyrsta sigurin ímóti topp-4-liðunum

Fríða á Dunga og Neistin ætla sær fyrsta sigurin ímóti topp-4-liðunum

SMS-deildin: Neistin - Kyndil, klokkan 18.30 í Høllini á Hálsi

Tað er sera tætt í oddinum av SMS-deildini áðrenn Neistin og Kyndil bresta saman í Høllini á Hálsi í kvøld.

VÍF, H71 og Kyndil hava tapt tveir dystir í part, meðan Neistin hevur tapt tríggjar dystir í SMS-deildini í ár - teir tríggir ímóti teimum trimum liðum nevnd omanfyri.

Hetta er annar dystur av trimum millum Kyndil og Neistan í grundspælinum, og heldur gongdin fram, kunnu innanhýsis dystir aftur hugsast at verða avgerandi í endaligu støðuni.

Neistin skal meira enn eitt kappingarár aftur fyri at finna seinasta sigurin á Kyndli. Skal tað eydnast Neistanum at koppa Kyndli hesaferð skulu tær bláu halda fram við góðu verjuni í seinastuni saman við Maju Dragobuljovic í málinum.

Lykilin hjá teimum grønu er meinlíkur. Kyndilsverjan og Jovana Stranjanac skulu halda fram við góða spælinum um tað skal eydnast at leggja seg undir liðina á H71 fyri fyrst.

Sí eisini

H71 vann aftur á VÍF

Stjørnan vann seg nærri topp-4

Innanhýsis dystir:

 

Kyndil – Neistin 21-18
SMS-deildin, 18/09/2019
Málskjúttar Kyndil
Bára Krossteig Hansen5
Súna Krossteig Hansen5
Natasja Hammer4
Turið Arge Samuelsen3
Karin Skylv Midjord3
Ásleyg Súnadóttir1
Málskjúttar Neistin
Ingunn Kristina Persson5
Fríða á Dunga2
Birita Ingolvsdóttir2
Barbara Johannesen2
Gunnfríð Nólsoy2
Stina Madsen2
Maja Dragobuljovic1
Anna Clementsen1
Sólbjørt Høj1
Petra Larsen1

 

 

 

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF92491985114
2H7182121852712
3Kyndil71841255910
4Neistin81961682810
5Stjørnan9225240-158
6StÍF9193270-774
7VB8169242-730

 

 

Fríða á Dunga og Neistin ætla sær fyrsta sigurin ímóti topp-4-liðunum