Neistin sigur venjara upp beint áðrenn oddabrak

Eftir fimm sigrar á rað endar mansliðið hjá Neistanum samstarvið við Mads Rydal

Mads Rydal hevur vunnið fimm dystir á rað í Okkaradeildini, men er nú ikki venjari í Neistanum longur

Mads Rydal hevur vunnið fimm dystir á rað í Okkaradeildini, men er nú ikki venjari í Neistanum longur

Fleiri keldur vátta fyri in.fo í kvøld, at Neistin hevur endað samstarvið við venjaran á mansliðnum, Mads Rydal.

Eftir trilvandi byrjan við nýggjum venjara og skaðum høvdu neistamenn annars vunnið fimm dystir á rað, og kunnu eisini av álvara hótta fremsta plássið í Okkaradeildini í dystinum ímóti H71 leygardagin.

Men tveir dagar fyri oddabrakið hevur Neistin endað samstarvið við danska venjaran, Mads Rydal, sum kom til felagið í summarsteðginum.

Hetta vátta fleiri keldur fyri in.fo í kvøld, og jn.fo hevur eisini hesi tíðindi at frætta. Sambært jn.fo tekur Tróndur Kragesteen við sum venjari. Tróndur Kragesteen gjørdist illa skaddur í kappingarársins fyrsta dysti ímóti H71, og spælir neyvan aftur hetta kappingarárið.

David Edvardsen hevur annars verið hjálparvenjari undir Mads Rydal.

Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71123502777320
2Neistin123272913616
3StÍF12334332215
4VÍF123343191514
5KÍF133483222613
6Kyndil12306320-148
7Team Klaksvík13271409-1380

 Komandi dystir:

Leygardagin 21/12/2019:

Klokkan 16.00: H71 - Neistin

Klokkan 16.00: StÍF - VÍF

Mads Rydal hevur vunnið fimm dystir á rað í Okkaradeildini, men er nú ikki venjari í Neistanum longur