Jobin á vøllin aftur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jobin Drangastein, sum hevur drigist við skaða í longri tíð fer á vøllin aftur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jobin Drangastein í Rásarúminum fyrr í kvøld.

 

Jobin hevur verið úti í longri tíð við skaða, men nú fer hann at royna seg aftur í einum dysti fyri næstbesta liði hjá AB í 1. deild. Hann vónar, at skaðin ikki kemur aftur, so sleppast kann undan skurðviðgerð.

 

Jobin ásannar, at tað er ein strævin tíð at verða uttanfyri vøllin, og ikki fáa hjálpt liðfeløgunum, nú tað stendur á gomlum nøglum hjá AB.