Neistin-VB, drúgv steypaupptakt og HB-Víkingur á FM1 í dag

(FM1) FM1 sendir beinleiðis ítrótt frá klokkan 14 í dag. Frásøgumenn verða Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá finaluni um løgmanssteypið á FM1

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá finaluni um løgmanssteypið á FM1

Í dag verður ein stórur og drúgvur ítróttardagur á FM1.

Klokkan 12 til 13.55 verður sendingin SportBoxin frá fríggjadegnum við bæði hondbóltspaneli og fótbóltspaneli endursend. Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge løgdu til rættis.

Klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini í hondbólti millum Neistan og VB í høllini á Hálsi.

Klokkan 17 verður stór upptakt til finaluna um løgmanssteypið við beinleiðis samrøðum, bandaðum tilfari og søguligum og afturlítandi tilfari. Petur Asbjørn Lervig og Heri Simonsen leggja til rættis.

Klokkan 20 sigur Tróndur Arge frá finaluni um løgmanssteypið. Aftaná finaluna verður sendingin "Triði Hálvleikur" á FM1.

Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Samrøður við umboð fyri Neistan, VB, HB og Víking koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá finaluni um løgmanssteypið. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá finaluni um løgmanssteypið á FM1