NEVZA U19= Føroyar-Ongland (kvinnur) 1-3: Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Lars Engell, U19 landsliðsvenjara og Hannu Iansdóttir Biskopstø seta orð á 1-3 tapið móti Onglandi

 

 

Lars Engell og Hanna Iansdóttir Biskopstø (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Lars Engell og Hanna Iansdóttir Biskopstø (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Føroysku U19 flogbóltskvinnurnar enda á einum sætta plássi av teimum sjey liðunum í NEVZA-kappingini, ið er í Finnlandi í hesum døgum.

Føroyar taptu aftur 1-3 móti Onglandi í morgun. Tað gjørdu føroysku kvinnurnar eisini í tí innleiðandi bólkaspælinum ígjár.

Ongland-Føroyar 3-1 (19-25, 25-20, 25-21, 25-22)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í tí fyrsta settinum, ið føroysku kvinnurnar vunnu.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við U19 landsliðsvenjaran, Lars Engell og Hannu Iansdóttir Biskopstø, ið var ein av teimum betri spælarunum hjá Føroyum. Lars iðrar seg um, at føroysku kvinnurnar byrja settini ov illa, har tær koma afturum við fleiri bóltum. Tær koma fyri seg í trimum teimum seinastu settunum í dag, og tað er hann glaður fyri. Men Ongland fær við t.d. einari 10-0 leiðslu ein stóran fyrimun tá føroyska liðið roynir at vinna seg innaftur í dystin. Annars staðfesta Hanna og Lars eina læruríka kapping, har føroyska liðið megnaði ein sigur móti Íslandi, men fýra tap, tvey móti Onglandi 1-3, og 0-3 tap móti Danmark og Finnlandi. 

 

 

 

Lars Engell og Hanna Iansdóttir Biskopstø (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(Samrøða: Lars Engell og Hanna Iansdóttir Biskopstø)